Framleiðsluútgerð
MEST í Runavík hevur hollar royndir og serkøna vitan innan framleiðslu og tænastuveitan av vørum, framleiddar úr rustfríum stáli.
Okkara veitingar í Runavík fevna um framleiðsluútgerð til flakalinjur, reinskeringarborð, transportbond, lyftarar, kassavendarar til ali- og fiskivinnuna – umframt hópin av loysnum til vinnuna annars.
Vit veita loysnir líka frá tekniborðinum til lidna framleiðslu – við framkomnum 3 D-telduforritum.
Ymiskar vinnur merkir ymiskir kundar, og hesi seta krøv og fevnir hetta um eitt nú laksavirkir, fiskavirkir, fiskiskip og vinnuna á landi. Við landsins størstu goymslu av rustfríum vørum og eini vælskipaðari framleiðslu er MEST klárt at veita góða og skjóta tænastu, tá tað ræður um framleiðsluútgerð úr rustfríum stáli.
24/7 døgntænasta: Tel 00298 79 11 00
Fjøruvegur - FO-620 Runavík - Tel +298 61 11 90 - Fax +298 30 11 91 - runavik@mest.fo