2019 var eitt gott ár hjá MEST

Tíðindaskriv 18. mars 2020

 

MEST 31 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2019

MEST hevði munandi framgongd í 2019. Nettosølan hjá MEST samtakinum var 514 mió. kr., og hevði  felagið eitt avlop uppá góðar 31 mió. kr. eftir skatt. Hetta er besta árið hjá fyritøkuni og góvu allar rakstrareindir í samtakinum yvirskot. Í MEST samtakinum starvast 527 starvsfólk og eru harav 60 lærlingar. Leiðslan er samanumtikið væl nøgd við úrslitið.

 

Seinastu árini hava hilnast væl hjá MEST, sum er ein fíggjarliga sterk fyritøka við einum eginpeningini á yvir 100 milliónir krónur og einum soliditeti á umleið 40%.

MEST samtakið fevnir um MEST skipasmiðjurnar í Havn og á Skála, MEST framleiðsluútgerð í Runavík og PAM-Offshore Service, sum veitir tænastur til frálandavinnuna í Noregi.

 “Í eini vinnu við harðari kapping hava vit seinastu árini lagt okkum eftir alsamt at styrkja okkara tænastustøði. Umframt eitt gott samstarv við okkara trúgvu kundar fegnast vit um, at tað eisini er eydnast MEST at økja um virksemið við útlendskar kundar. Arbeiðið við nýggja havrannsóknarskipinum gongur eftir ætlan og verður skipið liðugt í summar”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

 

Vit vita ikki í løtuni, hvussu koronaumfarsóttin kann ávirka virksemið hjá samtakinum í 2020.

 

 

Blíðar heilsanir

P/F MEST