Danski statsministarin á MEST í Tórshavn

Í fagrasta veðri vitjaði danski statsministarin, Mette Frederiksen, saman við løgmanni MEST í Tórshavn í gjár. Stjórin Mouritz Mohr og nevndarformaðurin Petur Háberg Jacobsen tóku ímóti danska og føroyska fylginum á høvuðsskrivstovuni hjá MEST har ein framløga var um virksemið hjá fyritøkuni. Tað, sum serliga vakti ans var, hvussu umfatandi virksemi hjá MEST í roynd og veru er – og hvussu nógvir lærlingar ið eru í fyritøkuni. Vitjað var á økinum har nógv virksemi er og eisini inni í høllini har ein eyka hædd verður bygd undir brúnna á Thor Omega.