Hoffell og Skerhólmur til viðlíkahaldsarbeiði

Íslendska skipið Hoffell hevur verið ein trúgvur gestur á MEST seinastu árini. Í ár komu teir í byrjanini av juni til ymiskt umvælingararbeiði og viðlíkahald, sum væntandi er liðugt seinast í mánaðinum.

Skerhólmur, sum er uppkallaður eftir einum hólmi uttanfyri Bø, er ein av tvíkiljubátunum hjá Hiddenfjord. Skerhólmur var á bedingini í Havn til ymiskt viðlíkahald og yvirflatuviðgerð.

Sum sæst hava bæði førini skift ham og eru til dystin fús at herja á aftur í gerandisdegnum.