Í læru á MEST?

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum lærlingum at byrja 1. september 2020. Søkt verður eftir 4 lærlingum – einum lærlingi til stálskipasmið og einum lærlingi til sveisara til MEST á Skála og einum lærlingi til stálskipasmið og einum lærlingi til sveisara til MEST í Havn

Stálskipasmiður – lærlingur

Sergrein undir útbúgvingini Kleinsmiður

Stálskipasmiðir fáast fyrst og fremst við at byggja stálskip, men gera eisini arbeiði á virkjum og innan flutning og byggivirksemi. Arbeiði fevnir millum annað um at gera konstruktiónir til og úr plátum, rørum og profilum í ymsum tjúgdum.

Útbúgving

Yrkisútbúgvingin er skipaða soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á MEST og skúlagongd á yrkisskúla.

Lærutíð: 4 ár – harav 55 vikur í skúla.

Læruplássið er í MEST samtakinum.

Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

 

Sveisari – lærlingur

Sum sveisari abeiðir tú við at gera til­sker­­­ing­ar og evna til rættar-, skráar- og heildar­skurð í plátur, rør og tvørskurðir. Eisini arbeiðir ein sveisari við at leggja til rættis og gera ein­­­fald­­ar framleiðsluupgávur, handliga eins væl og við maskinum, at leggja til rættis og gera skap í plátu-, rør- og stáltvørskurðum. Tú lærir at sveisa innan elektrodu-, MIG- og MAG sveising o.s.fr.

Útbúgving

Yrkisútbúgvingin er skipað soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á MEST og skúlagongd á yrkisskúla.

Lærutíð: 2½ ár – harav 35 vikur í skúla.
Læruplássið er í MEST samtakinum.
Útbúgvingin endar við sveinaroynd.

Upptøkutreytir

Fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Framtíðarmøguleikar

Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur stálskipasmiður ella sveisari.

Tú kanst eisini sum Stálskipasmiður fara undir framhaldsútbúgving sum t.d:

  •  Maskinmeistari
  •  Framleiðslutøkningur
  •  Verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið)

 

Sí annars nærri um útbúgvingina undir
www.yrkisdepilin.fo ella www.glasir.fo.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya handverk­arafelag og Landsfelag Handverkaranna.

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Mouritz Mohr á telefon 791130

Umsóknir og cv skulu sendast til
berghild@mest.fo í seinasta lagi hósdagin 14. August 2020.