Maskinverkfrøðingur ella maskintøkningur til MEST

 

This site no longer in use

Please go to:

https://mest.fo

Vit leita eftir einum eldhugaðum maskinverkfrøðingi ella maskintøkningi til millum annað at gera fylgjandi uppgávur:

 

  • At gera titringsmátingar (vibratiónsmátingar) umborð á skipum og á landi.
  • At greina titringsmátingar (vibratiónsmátingar)
  • At tryggja at greiningar eru samsvarandi við galdandi normar
  • At gera ymiskar verkfrøðiligar útrokningar
  • At tekna 3D og 2D
  • At gera tilboð
  • Annað fyrifallandi á T&V-stovuni

 

Starvsstaðurin er á MEST og tú kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar uppgávurnar eru.

Tú vísir til leiðaran fyri Tekni- og Verkætlanarstovuni.

 

Tín vangamynd:

Tú arbeiðir sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt lyndi, og dugir væl at samstarva. Tú sært týdningin í at halda góðsku og arbeiðir við nærlagni. Tú megnar at arbeiða undir trýsti, tá nógvir bóltar eru í luftini í senn.

Tú dugir væl føroyskt og enskt og hevur KT kunnleika á brúkarastøði. Kunnleika til skip, skipsútbúnað og maskinir er ein fyrimunur. Í starvinum skal ein rokna við nakað av ferðing uttanlands.

 

Vit bjóða tær:

Eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Í samband við eitt vibratiónsmátingar verður tú sendur á skeið uttanlands.

Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Starvið verður sett skjótast gjørligt og samrøður verða leypandi so hvørt umsóknir koma inn.

Ynskir tú meira at vita um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunvard Joensen, leiðara fyri Tekni- og Verkætlanarstovuni á tel 791230 ella á teldupost: sj@mest.fo

 

sok_her.png