Handil og goymsla á Skála

Í handlinum og goymsluni hjá MEST á Skála fæst hópur av tilfari og vørum. Umframt alt vanligt tilfar til skip, so sum stál, rør og fittings, hydraylikkslangur o. tl., so fáast eisini aðrar vørur á Skála, so sum máling, penslar, oljur og aðrar nýtsluvørur.

Í MEST samtakinum hevur høvuðsgoymslan av skipsventilum altíð verið á Skála, eins og skipsmáling frá Sigma eisini er á goymslu á staðnum.

Ringið til, ella vitið, handilin hjá MEST á Skála, - har er nógv meiri at fáa enn ein heldur. Handilin er eisini tann einasti av sínum slag á vestarar arminum á Skálafjørðinum, og er mangan hentur hjá teimum lokalu.

Við at fara inn á vørubólkarnar til vinstu á myndini, fæst eitt yvirlit yvir tær vørur, ið MEST vanliga hevur á goymslu á Skála.

Og tað, ið vit ikki hava á goymslu, tað skaffa vit ómakaleyst, skjótt og til landsins bestu prísir.


_____________________________________________________________________

MEST · J.C. Svabosgøta 31 · P.O. Box 65 · FO-100 Tórshavn · Tel.: +298 301100 · Fax: +298 301101 · Teldupostur: info@mest.fo · Design:MJMedia & MEST