Handil og goymsla í Tórshavn"Tað, ið ikki fæst aðrastaðnis, tað fæst á Skipasmiðnuni í Havn", var vanligt at hoyra millum manna fyrr. Og soleiðis er enn. Við eini goymslu uppá fleiri enn 50.000 vørunummur er goymslan hjá MEST í Havn uttan iva stórsta og breiðasta tekniska goymsla í landinum. Fyri uttan vanligt skips-byggitilfar, so hevur MEST ein hóp av lutum á goymslu, alt frá legum, tetningum, pakningstilfari, pumpum, el-motorum og el-tilfari, hydraulikk útgerð, filtur v.m. Við at fara inn á vørubólkarnar til vinstu á myndini, fæst eitt yvirlit yvir tær vørur, ið MEST vanliga hevur á goymslu í Havn. Og tað, ið vit ikki hava á goymslu, tað skaffa vit ómakaleyst, skjótt og til landsins bestu prísir. _____________________________________________________________________
|
MEST · J.C. Svabosgøta 31 · P.O. Box 65 · FO-100 Tórshavn · Tel.: +298 301100 · Fax: +298 301101 · Teldupostur: info@mest.fo · Design:MJMedia & MEST