Hørður tvey ár afturat

Í gjár varð málmansplássið framtíðartryggjað. Og í dag er so ein partur av verjuni tryggjaðar komandi tvey árini, tí Hørður Askham hevur skrivað nýggjan sáttmála, galdandi til og við kappingarárið 2021.

Hørður kom heim til HB undan hesum kappingarárinum, og hevur røkt fleiri pláss á vøllinum. Fleiri sannførandi avrik høvdu við sær, at Hørður bleiv úttikin til landsliðið, har hann fekk sín fyrsta A-landsdyst ímóti Svøríki. Har var hann tó so óheppin, at hann sleit krossbandið. Hørður hevur verið undir skurð, og nú stendur endurvenjing á skránni.

Vit fegnast um at Hørður heldur fram hjá okkum, og vit gleða okkum at síggja hann aftur á vøllinum komandi kappingarár.

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.