Niður aftur á jørðina

Frá at hava spælt kanska ársins dyst leygardagin, komu vit so dyggiliga niður aftur á jørðina í kvøld.

Dysturin er ikki so nógv at skriva heim um. Ferðin kom ongantíð upp, og tí var ringt at lata kompaktu EB/Streyma-verjuna upp. Og so blivu vit dyggiliga revsaðir í hinum endanum. Kanska menn ikki høvdu rist steypasigurin úr kroppinum.

Men tað er ikki nógv annað at gera, enn at reisa seg. Sunnudagin er grannauppgerð á skránni, og hon skal gjarna vinnast.

Hagtøl

EB/Streymur - HB 1-0 (0-0)
1-0 Ragnar Samuelsen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Jógvan Rói Davidsen (liðsk.), Sebastian Pingel, Brynjar Hlöðversson, Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Magnus Egilsson), René Shaki Joensen, Pætur Petersen (Símun Samuelsen), Ari Mohr Olsen (Pætur Petersen), Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Andreas Breimyr, Bartal Wardum, Símun Sólheim

Dagsins leikari: Lasse T. Andersen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.