Stórsigur í Fuglafirði!

Lagið er gott, nú vit koma suður aftur til Havnar við trimum stigum og 5 málum.

Vit løgdu okkum á odda longu í øðrum minutti, tá Hørður varð hægstur, og stútaði eitt hornaspark frá Adrian í netið. Hansara fyrsta mál fyri HB. Bara tríggjar minuttir seinni skoraðu vit til 2-0, tá Ari við høvdinum beindi eitt perfekt innlegg frá Daniel í málið.

Hóast Adrian hevur til vana at skora uttanfyri feltið, vísti hann í dag at hann eisini kann skora í feltinum, tá hann stutt fyri hálvleik bara skuldi seta innaru síðuna á eitt innlegg frá Ara. 3-0, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur.

Seinast vit vóru í Fuglafirði, skoraði Daniel eitt frálíkt langskotsmál. Og hann vildi eisini spæla við í dag, tá hann smekkaði til úr góðum 20 metrum, og skoraði til 4-0.

Maðurin sum byrjaði málveitsluna, vildi eisini enda hana fyri okkara viðkomandi. Hørður var enn einaferð hægstur eftir eitt hornaspark, hesuferð frá Daniel, og stútaði bóltin í kassan til 5-0. Bara minuttin eftir minkaði ÍF um munin til 5-1. So um nakað negativt skal sigast um dagsins dyst, so er tað at vit heldur ikki hesa ferð megnaðu at halda málið reint.

Men 3 stig og ein betran av málúrtøkuni kunnu vit ikki annað enn vera nøgd við.

Hagtøl

ÍF - HB 1-5 (0-3)
0-1 - Hørður Askham
0-2 - Ari Mohr Olsen
0-3 - Adrian Justinussen
0-4 - Daniel Johansen
0-5 - Hørður Askham
1-5 - Hans Jákup Lervig

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson (Sebastian Pingel), Jógvan Rói Davidsen (liðsk), Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Tróndur Jensen (Símun Samuelsen), Bartal Wardum (Pætur Petersen), Hørður Askham, Ari Mohr Olsen, Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Jógvan Skeel Nolsøe, Gilli Róason, Tórur Franksson Joensen

Dagsins leikari: Hørður Askham

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.