Steypavinnarar!

Eftir tríggjar taptar finalur á rað, eydnaðist tað okkum endiliga at vinna Løgmanssteypið aftur.

Hóast onkur hevur roynt at flyta fokus á mjørkan, dómaran og annað, koma vit ikki uttanum, at vit fóru nógv tað besta liðið á vøllinum. Miðlarnir royndu eisini at fokusera uppá teir leikararnar sum ikki vóru tøkir. Sjálvandi er tað ein smeitur, at missa leikarar sum Hørð og Trónd, men man vinnur vara dystir við teimum leikarum sum eru tøkir. Og har spældi Daniel, sum illa nokk bleiv nevndur av teimum sjálvútnevndu serfrøðingunum, ein branddyst á miðjuni. Ella sum Símun segði við KVF aftaná: Hann spældi sum ein kongur. Ikki tí, allir okkara vóru ótrúliga raskir, og vit vóru spælstýrandi longu frá fyrsta bríksli. Víkingar lógu langt afturi á vøllinum, og dúgaðu uppá umstillingar. Men okkara vóru so tryggir á bóltinum, at Víkingarnir fyri tað mesta bara runnu aftaná.

Tó skuldi tað ein Adrian-special til at fáa hol á málskjótingina. Fimm minuttir fyri hálvleik fingu vit fríspark, beint uttanfyri 16-meturin. Um Víkingarnir høvdu rurað seg sjálvar í svøvn, er óvist, men klárir vóru teir ikki. Dómarin bríkslaði, og Adrian setti bóltin í kassan. Fáar minuttir inn í seinna hálvleik, økti Símun til 2-0. Ari legði press á, Dan fangaði bóltin og sendi hann fyri føturnar á Símuni. Og kaldur sum hann er, smekkaði hann til fyrstu ferð, og bólturin fór í kassan.

Víkingur fekk minkað um munin. Hildu teir. Og vit onnur. Men linjuverjin hevði flaggið á loftið. Og lat tað bara vera sagt beinanvegin, at rangstøðan var hárfín. Um hon yvirhøvur var har. Bara tveir minuttir seinni, fekk Víkingur sítt mál. Eitt fríspark bleiv sent ímóti handaru stong, Gunnar Vatnhamar var hægstur, og fekk stútað bóltin innfyri til Andreas Lava Olsen, sum setti hann í kassan. Spenningur kom aftur í dystin, hóast Víkingur ikki megnaði at hótta okkum. Avgerðin fall tá góðir 20 minuttir vóru eftir at spæla. Bólturin bleiv fluttur skjótt úr vinstru til høgru, har Bartal var komin fram við. Og við einum perfektum innleggi, rakti hann beint í høvdið á innskifta Pingel, sum snaraði bóltin út í handaru stong og inn til 3-1. Tað ið eftir var av dystinum, vóru vit nærri við at økja, enn Víkingur var at minka.

Men hvussu er og ikki, so var frøin stór, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. 15 ára steypaturkur er endiliga av!

Hagtøl

Víkingur - HB 1-3 (0-1)
0-1 Adrian Justinussen
0-2 Símun Samuelsen
1-2 Andreas Lava Olsen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson (Sebastian Pingel), Brynjar Hlöðversson (liðsk.), Daniel Johansen, Adrian Justinussen, Dan í Soylu, René Shaki Joensen, Bartal Wardum (Jógvan Rói Davidsen), Símun Samuelsen, Ari Mohr Olsen (Pætur Petersen), Lasse T. Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Andreas Breimyr, Símun Samuelsen

Dagsins leikari: Dan í Soylu

Mynd: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.