Teitur og Magnus fingið landsliðsboð

A-landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur í dag úttikið leikararnar, ið skulu spæla EM undankappingardystirnar ímóti Spania og Noreg. Og millum teirra eru okkara Teitur og Magnus. 

 

Báðir hava verið við í hópinum seinastu ferðirnar, tó uttan at koma á vøllin. Men nú fyrstavalið á málmansplássinum í mong ár, Gunnar Nielsen, ikki er við vegna skaða, er nærliggjandi at hugsa at Teitur fær møguleikan. 

 

Vit ynskja teimum báðum til lukku við úttøkuni.

 

Myndir: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.