Turið heldur fram sum forkvinna

Aðalfundur hjá HB-Stuðlum varð hildin í HB-Húsinum týskvøldið 12. mars. Á fundinum helt  nevndin fram, Tommy Falkenberg, Fríðunn Niclasen og Niels Uni Dam vórðu øll afturvald. Harafturat kom Rakul Hansen afturat í nevndina. Rakul, ið seinnu árini mest er kend sum kvinnan við myndatólinum, ið trúføst avmyndar fótbóltin og fólkið í felagnum. Nú verður hon eisini partur av nevndini í HB-Stuðlum. 

Nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin, Turið Láadal Sejersdóttir varð afturvald til forkvinnu, meðan Uni Nielsen og Bjarni Joensen eisini halda áfram sum ávikavist næstformaður og kassameistari. Tommy Falkenberg, Fríðunn Niclasen, Niels Uni Dam og Rakul Hansen eru nevndarlimir. 

Heðin Weihe og okkara egni HB Fan nummar 1, Knút Olsen, vórðu afturvaldir sum tiltakslimir. 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.