Betri-menn

Tróndur verður verandi reyður og svartur

Miðvallarin Tróndur Jensen hevur í dag sett sína undirskrift á nýggjan sáttmála.

Tróndur hevur verið ein týdningarmikil partur av okkara liðið, og hevur higartil spælt 151 dystir fyri okkum í bestu deildini, síðani hann trein á vøllin fyri fyrstu ferð í 2011.

Fyrr í ár var hann so óheppin at slíta sær krossbandið. Skurðviðgerðin gekk væl, og Tróndur fer skjótt í gongd við endurvenjingina, so at vit sleppa at síggja hann aftur á vøllinum í 2020.

Tags: 

Hørður tvey ár afturat

Í gjár varð málmansplássið framtíðartryggjað. Og í dag er so ein partur av verjuni tryggjaðar komandi tvey árini, tí Hørður Askham hevur skrivað nýggjan sáttmála, galdandi til og við kappingarárið 2021.

Tags: 

Í tryggum hondum

Ársins málverji 2018, Teitur Matras Gestsson, hevur skrivað nýggjan 2-ára sáttmála við HB.

Tags: 

Heimir heim

Høvuðsvenjari okkara, Heimir Guðjónsson, hevur boðað frá, at hann gevst sum venjari hjá HB tá kappingarárið endar. Heimir fer heimaftur til Íslands til nýggjar avbjóðingar.

Vit í HB hava tikið avgerð hansara til eftirtektar og vilja fegin takka Heimir fyri hesi bæði árini og tann megnar innsats, sum hann hevur gjørt fyri at menna okkara leikarar, styrkja okkara venjingarumhvørvi og lyft okkum sum fótbóltsfelag. Ikki minst takk fyri at hava leitt okkum til meistaraheitið í fjør og tryggja okkum Løgmanssteypið í ár.

Tags: 

Niður aftur á jørðina

Frá at hava spælt kanska ársins dyst leygardagin, komu vit so dyggiliga niður aftur á jørðina í kvøld.

Dysturin er ikki so nógv at skriva heim um. Ferðin kom ongantíð upp, og tí var ringt at lata kompaktu EB/Streyma-verjuna upp. Og so blivu vit dyggiliga revsaðir í hinum endanum. Kanska menn ikki høvdu rist steypasigurin úr kroppinum.

Men tað er ikki nógv annað at gera, enn at reisa seg. Sunnudagin er grannauppgerð á skránni, og hon skal gjarna vinnast.

Steypavinnarar!

Eftir tríggjar taptar finalur á rað, eydnaðist tað okkum endiliga at vinna Løgmanssteypið aftur.

Arbeiðssigur!

Okkara menn reistu seg aftur, eftir tapið í Klaksvík, og vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Skála.

Hóast tað kanska ikki var tað poleraða spælið, ið setti sín dám á dystin, var sigurin ongantíð í vanda. Tó so, var byrjanin heldur keðilig. Tí longu eftir 5 minuttir kom Tróndur so illa fyri, at hann mátti berast av vøllinum. Hetta nervaði kanska okkara menn somikið, at spælið ongantíð koma at flóta sum tað gjarna skal. Sigast skal eisini, at skaðar og leikbann gjørdu sítt, til at vit stillaðu upp í heldur óvandari upstilling.

UPPTAKT | HB - SKÁLA

Seinast Skálamenn vóru á vitjan, fóru teir avstað við øllum trimum stigunum. Men vit ætla ikki at søgan skal endurtaka seg. Skaðar og leikbann gera um seg hjá okkum, og tí verða kortini blandaði eitt sindur annarleiðis hesa ferð.

Tíð og stað: 15. september 2019, kl. 15:00 í Gundadali

Dómarar: Patrick Remon Andersen, Regin Egholm, René Risum, Rúni Gaardbo

Skaða: Hørður

Ivasamur: Eingin

Leikbann: Magnus, Adrian

Formur síðstu 6 umførini: 

Stong út í Klaksvík

Eftir eitt keðiligt tap á 3-1 ímóti KÍ, mugu vit helst ásanna at seinasti FM møguleikin er fokin. Hóast leikliga yvirvág, so vóru vit revsaðir av ein einum effektivum KÍ liðið. M.a. Raktu vit træverkið trígjjar ferðir.

UPPTAKT | KÍ - HB

Klassikarin. Tvey tey størstu. Tvey tey mest vinnandi. Dystirnir millum HB og KÍ eru mangan javnir, spennandi og avgerandi. Um hesin verður javnur og spennandi, vita vit ikki. Men hann er í hvussu er avgerandi. Hvørki kann brúka javnleik til nakað serligt, meðan ein møguligur tapari verður settur av í FM stríðnum. Hóast vit hava haft mangar góðar løtur í Klaksvík, er tað eitt sindur undrunarvert, at hetta er 7. ferð seinastu 8 kappingarárini, at vit hava tveir útidystir ímóti KÍ. 

Síður

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.