Betri-menn

Adrian søkti Víking!

Við einum frálíkum seinna hálvleiki, fingu vit vent einum hóttandi tapið til ein sigur.

Í fyrra hálvleiki var ikki nógv at rópa hurra fyri. Manglandi konsentratión og skeivar avleveringar elvdu til frustratión. Bæði á vøllinum, og millum áskoðararnar. Tá Víkingur so legði seg á odda, tøktist panikkurin breiða seg.

UPPTAKT | HB - VÍKINGUR

Triði og seinasti landskappingardystur ímóti Víkingi í ár. Bæði liðini royna at hanga í oddinum, og hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst. Hesa ferð hevur venjaratoymið ein skaðafrían hóp at velja í. 

Stórsigur, uttan at imponera

At vinna 6-0 uttan at imponera, er kanska at strekkja tað í so langt. Men tað er kenslan eftir dagsins dyst.

Spælið var øgiliga trilvandi at byrja við. Vit høvdu bóltin, men komu ikki fram til nakrar møguleikar. Spælið gekk kanska í so seint, til at kunna opna kompaktu ÍF verjuna. Og tað skuldi eisini ein hjálpandi hond, ella høvd, áðrenn vit løgdu okkum á odda. Eitt innlegg úr vinstru varð ov høgt til at Ari kundi fáa høvdi á. Men aftanfyri hann kom ein ÍF’ari flúgvandi, og stútaði í kassan til 1-0.

UPPTAKT | HB - ÍF

Í 19. umfari kemur ÍF á vitjan. ÍF er í løtuni á aftasta plássi í Betri deildini, men tað merkir ikki at vit skulu taka okkum av løttum. Hetta er triði dysturin ímóti ÍF í ár, og vit hava vunnið báðar teir undanfarnu. 

Enn ein javnleikur

Fyri fimtu ferð í ár, og aðru ferð ímóti NSÍ, mugu vit taka til takkar við javnleiki.

Hóast leikliga yvirvág, megnaðu vit ikki at hála øll trý stigini við til Havnar. Ein sera lívligur Pætur legði okkum á odda, tá tað restaðu gott og væl 10 minuttir av seinna hálvleiki. Teitur spældi ein langan bólt fram, NSÍ málverji og verjuleikari fingu ikki avstemmað støðuna, og Pætur takkaði fyri.

UPPTAKT | NSÍ - HB

Toppdystur við Løkin í Runavík. Fyrsti landskappingardystur ímóti NSÍ endaði við javnleiki 1-1, meðan vit vunnu steypadystin 2-1. Bæði liðini eru í stórformi í løtuni, og hava vunnið 5 av síðstu 6 dystunum.

Tíð og stað: 11. august 2019, kl. 19:00 við Løkin í Runavík

Dómarar: Kári J. á Høvdanum, Jan Hermansen, Andreas Petur Hansen, Eiler Rasmussen

Skaða: Andreas

Ivasamur: Eingin

Leikbann: Binni

Nulloysn í slagnum um Havnina

Uttan mál vinnur man ikki dystir. Banalur orðaskvaldur, tó ikki ósatt av tí orsøk.

Javnleikur, hóast leikliga yvirvág

Hóast vit svumu í møguleikum, rakk tað bert til javnleik ímóti Linfield

Men tað byrjaði ikki sum ætlað. Longu í 1. minutti kom Linfield á odda 1-0. Eitt innlegg úr høgru endaði fyri føturnar á Andy Waterworth, sum smekkaði bóltin í kassan. Hetta var sum at fáa ein vátan vøtt beint á trýnið.

Stór avbjóðing fyri framman

Týsdagin kl. 16.45 spæla vit fyrra Europa League dystin ímóti Linfield. Hetta er fimtu ferð at Linfield vitjar í Føroyum, men enn hevur einki lið megna at koppa teimum yvir tveir dystir. Hóast tað onkuntíð hevur verið nær við.

Tags: 

So nær við, og tó...

Hóast vit eina løtu trúðu uppá tað, so var langt á leið at vit spældu okkum víðari í Champions League. Ístaðin eitur tað Europa League fyri okkara viðkomandi.

Síður

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.