Um starvið:
Fíggjarstjórin verður ein týðandi partur av leiðslu felagsins bæði á strategiskum og taktiskum støði.
Fíggjarstjórin skal fyrst og fremst tryggja góða fíggjarliga stýring av MEST, og skal tryggja góðar og tryggjar fíggjarmannagongdir í felagnum. Hartil skal fíggjarstjórin menna fíggjarligu kunningina, so leiðarar felagsins fáa bestu og rættastu fíggjarligu vitan til at taka avgerðir. Fíggjarstjórin skal harumframt virka sum ráðgevi fyri stjóra og leiðslubólk í øllum málum, sum ávirka fíggjarviðurskiftini á MEST, herundir tilboðsgeving og allan vanligan rakstur.
Fíggjarstjórin vísir beinleiðis til stjóran á MEST, hevur víðar heimildir, og luttekur á nevndarfundum.
Vit bjóða:
eitt avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Tað er avgerandi, at tú ert før/ur at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl. Tú verður ein lyklaleiðari í framhaldandi menningini av MEST. Lønin verður ásett eftir ábyrgd og arbeiðsbyrðu.
Tú hevur:
- Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
- Leiðsluroyndir. Fyrimunur um tað er frá eini framleiðslufyritøku
- Royndir við fíggjarstýring, lønsemisgreining og projektleiðslu
- Royndir við nýmótans fíggjarstýringsskipanum
-
Stórt áræði, góð samstarvsevni og eitt positivt sinnalag
MEST:
er størsta skipasmiðjusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og PAM Offshore Service. Sostatt eru vit eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. 200 starvsfólk eru í starvi hjá MEST, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir.
Hevur tú spurningar til starvið, vinarliga set teg í samband við Mouritz Mohr, stjóra, á telefon 79 11 30 ella umvegis teldupost á mouritz.mohr@mest.fo.
Umsóknir við prógvum skulu latast inn innan 5. mars 2012.
Tú kanst senda brævið til:
MEST
J.C. Svabosgøta 31
Postboks 65
FO 110 Tórshavn
att.: Mouritz Mohr
ella senda ein teldupost til: mouritz.mohr@mest.fo









