PAM On- & Offshore Service

 
Felagið hevur til endamál at veita man-power tænastur til skipa- og oljuvinnuna.


Virksemið fevnir um útleigan av royndum starvsfólkum, sum elektrikarar, sveisarar, verkfrøðingar og hjálparar, ið starvast í olju- & sjóvinnuni kring um í heimi, bæði On- & Offshore og umborð á skipum. 
Á skrivstovu okkara leiðbeina vit fegin, um tú hevur fyrispurningar um tænastur frá PAM ON-Offshore Service ella hevur áhuga í at starvast hjá felagnum.
Skráset teg sum áhugaðan í starvi hjá PAM, so vilja vit seta okkum í samband við teg, hava vit starv í boði  til tín.
 
FYLL ÚT UMSÓKN HER


Les meira

Cosl Innovator úr Kina til Europa


Les meira

Fyrireika okkum til føroyska oljuvinnu

“Vit átaka okkum uppgávur í útlendsku oljuvinnuni eisini við tí fyri eygað at fyrireika MEST til eina møguliga føroyska oljuvinnu” sigur stjórin Mouritz Mohr, sum herfyri sendi 16 føroyskar handverkarar av landinum til Kina at arbeiða í oljuvinnuni har. 

Noreg lopfjøl 
Nú um dagarnar fóru 16 føroyskir handverkarar til Kina at gera ein boripall lidnan, meðan hesin siglur úr Kina til Noregs. Tað er dótturfelagið hjá skipasmiðjusamtakinum MEST, Pam Offshore, sum stendur fyri hesum virkseminum í samstarvi við norsku skipasmiðjuna Westcon. Í nærum 15 ár hevur fyritøkan leigað út handverkarar til norsku oljuvinnuna. Hetta hevur so eftir øllum at døma verið ein kærkomin lopfjøl víðari út í heim, heilt eystur til Kina. 


Les meira

Verkætlan í Kina kann lata hurðar upp fyri føroyingum

Sum tann seinasti av umleið 16 føroyingum fór vatnsoyrarmaðurin William Hjelm Nielsen í vikuskiftinum til Kina, har hann komandi tríggjar mánaðirnar skal standa á odda fyri eini stórari verkætlan umborð á kinverska boripallinum Cosl Innovater, sum í næstum fer at sigla úr Kina til Noregs.


Les meira

Føroyingar til Kina at gera oljupall lidnan

Hesa vikuna fara 12 føroyingar til Kina at gera ein nýggjan boripall lidnan. Tað er PAM Offshore í Havn, sum hevur fingið hesa spennandi og avbjóðandi avtalu í lag við norska skipasmiðju. Føroysku handverkararnir skulu arbeiða umborð á pallinum, meðan hann við egnari megi siglur úr Kina til Noregs. 

 


Les meira

30 føroyingar til arbeiðis í kinesisku oljuvinnuni

Ein spennandi søga: føroyskir handverkarar byggja kinesiskar boripallar, sum norðmenn leiga til m.a. at bora í Føroyum.
Seinni í hesum mánaðinum fara umleið 10 føroyskir handverkarar til Kina at arbeiða í oljuvinnuni har. Talan er um sveisarar, elektrikarar og eisini ein projektleiðara


Les meira

MEST · J.C. Svabosgøta 31 · P.O. Box 65 · FO-100 Tórshavn · Tel.: +298 301100 · Fax: +298 301101 · Teldupostur: info@mest.fo · Design:MJMedia & MEST