Privatlívspolitikkur hjá PAM
PAM er dátuábyrgdari viðvíkjandi upplýsingum, sum vit savna og skráseta um teg. Vit leggja dent á at upplýsingarnir verða viðgjørdir sambært galdandi lóg og okkara mannagongdum. Vit vilja tí lýsa okkara privatlívspolitik og endamál við teimum dataupplýsingum vit savna.
Um tú hevur spurningar ella ivamál, ber til at seta teg í samband við okkum
PAM P/F
J.C. Svabosgøta 31
FO-100 Tórshavn
Tlf: 301100, teldupost: datuvernd@pam.fo
Viðgerð av persónsdata
Allir upplýsingar, ið á einhvønn hátt kunnu vísa beinleiðis til tín, koma undir heiti persónsupplýsingar. Fyri at kunna hava samskifti, umframt at kunna gera og halda avtalur við teg, hava vit tørv á at skráseta og goyma ávísar upplýsingar um teg.
Vit viðgerða persónsdata í hesum høpi:
- Fyrispurningar um møguligt framtíðar samstarv
- Kundasamskift
- Veitarasamskifti
- Starvsumsóknir og starvsfólkaviðurskifti
Sum møguligur komandi kundi hava vit tørv á hesum upplýsingum um teg:
Navn
Bústaður
Teldupostadressa
Telefon nummar
Endamálið við upplýsingum er:
- Umsita samskifti okkara millum
- Møguligt framtíðar samstarv ella keyp
- Annað samskifti
Heimild fyri savnan av upplýsingum:
Heimildaða áhugamálið hjá felagnum, sum er at veita tær/virkinum hjá tær eina tænastu, ger tað neyðugt, at viðgera hesar persónsupplýsingar, og felagið tryggjar, at heimildaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta.
Vit goyma upplýsingarnar, so leingi tað er viðkomandi at hava teir, tó ikki longri enn lógin ásetur. Vit tryggja at upplýsingarnir verða strikaðir, tá tørvur ikki er á teimum longur.
Tá tú gerst kundi hjá okkum
Vit hava tørv á hesum upplýsingum um teg, um tú ert kundi hjá okkum
- Navn
- Bústaður
- Teldupostur
- Telefonnummar
- Skrásetingarland
- Møguliga bankaupplýsingar
Upplýsingarnar verða savnaðar við hesum endamáli:
- Umsiting av tínum keypi og veitingum til tín
-
Umsiting av samskifti millum okkum og teg
Heimild fyri savnan av upplýsingum
Dátuverndarlógin §8 stk. 1 nr. 2, ið viðvíkur at halda eina avtalu.
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvt, og vit sletta teir, tá vit
ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingarnir eru, og hví teir verða
goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðir, tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
• Upplýsingar um kundar strikast í seinasta lagi 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið er endað.
Veitarar og samstarvsfelagar
Um tú ynskir at vera veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit hava fylgjandi persónsupp-
lýsingar um teg:
- Navn
- Bústaður
- Teldupostur
- Telefonnummar
- V-tal (felag ella firma)
- Bankaupplýsingar
Persónsupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðir grundað á fylgjandi endamál:
- Til viðgerð av okkara keypi/veitan
- Fyrisiting av tínum sambandi við okkum
Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
Dátuverndarlógin §8 stk. 1 nr. 2, ið viðvíkur at halda eina avtalu.
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvt, og vit sletta teir, tá vit
ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingar eru, og hví teir verða
goymdirr. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðir, eftir at avtalan
er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
• Upplýsingar um veitaran strikast 5 ár eftir at samstarvið og samskiftið er endað, ella longt við møguligari garantitíð, um hendan er longri enn 5 ár.
Starvsumsóknir/umsøkjarar
Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða skjølini lisin av viðkomandi setanarbólki, við tí
endamáli, at svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til
viðgerðina av umsóknini er ”heimilaði áhugamál”.
Persónar sum eru í setanarbólkinum, hava atgongd til umsókn og fylgiskjøl. Hesi verða ikki
víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.
Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setanartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl slettað um persónurin ikki verður settur í starvið.
Tá ið talan er um sjálvbodnar umsóknir, og einki starv er tøkt, verður antin noktandi svar sent beinanvegin og umsóknin slettað, ella verða umsókn og fylgiskjøl goymd í mesta lagi 6 mánaðir. Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 6 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá
umsøkjaranum.
Aðrir upplýsingar um viðgerð
Trygd
Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínir upplýsingar av tilvild ella ólógliga
verða slettaðir, almannakunngjørdir, burturblivnir, minka í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur
á teimum, verða misbrúktir ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdir í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin
tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar sambært
Dátuverndarlógini § 7
- Kunningartilfeingið hjá virkinum er vart av verjugarði
- Malware eftirlit er lagt inn. Anti-malwareskipanir verða dagførdar so hvørt.
- Kunningartilfeingið hjá virkinum verður trygdaravritað leypandi, og verður javnan kannað.
- Atgongd til persónupplýsingar er bygd á serstøk brúkara-ID og persónligt loyniorð.
Dataminimering
Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónsdata, sum eru neyðug í sambandi við at uppfylla okkara
ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av data, er neyðugt at innheinta og
goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónsdata, sum vit viðgera, verða
fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.
Dagført data
Okkara tænasta er treytað av, at tykkara data er rætt og dagført, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um
týðandi broytingar í tínum data. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um
møguligar broytingar, so syrgja vit fyri, at dagføra tíni persónsdata. Um vit sjálvi leggja merki til, at data
ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar.
Víðarigevan av upplýsingum
Vit brúka triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av kt-loysnum, bankar,
myndugleikar sum TAKS, osv. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka teir til egið
endamál. Í onkrum førum verður dáta víðarigivið til bankar, advokatar, flutningsfeløg osv.
Vit brúka bert dataviðgerðar úr ES, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.
PAM hevur eina Facebook síðu og víst verður til privatlívspolitikkin hjá Facebook her:
Tíni rættindi
-
Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst, hvat dáta vit viðgera um teg, hvar tað kemur frá, og hvat vit brúka tey til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tíni persónsdáta, og fáa at vita, hvør fær dáta um teg, í tann mun vit víðarigeva dáta í Føroyum og uttanlands.
- Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær dáta, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.
-
Um tú heldur, at persónsdáta, sum vit viðgera um teg, er skeivt, hevur tú rætt til at fáa tey rættað. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast.
Vit heita á teg, at vera neyv/ur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum.
-
Í summum førum hava vit skyldu at sletta títt persónsdáta. Tað er til dømis um tú tekur eitt møguligt samtykki aftur. Um tú heldur, at tíni dáta ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tað til, so kanst tú biðja um at fáa tað slettað. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur at tíni persónsdáta verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum
rættsligum avtalum.
-
Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo)
Dátueftirlitið
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
-
Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónsdáta. Tú kanst eisini nokta, at vit
víðarigeva títt dáta til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimildað, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónsdáta.
-
Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir at tínir persónsupplýsingar verða fluttir til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera.
-
Vit strika títt persónsdáta, tá tað ikki longur eru neyðug til tað endamálið, sum tað var samlað til.
Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta data so skjótt sum gjørligt.
Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum.