Skipasmíð

MEST P/f er størsta skipasmiðja í Føroyum og fevnir um tvær deildir, eina í Tórshavn og eina á Skála.
Felagið hevur bygt og umvælt skip síðani 1936, og er í dag eitt vælrikið og nýmótans felag við umleið 200 starvsfólkum.
Felagið kann bjóða nýbygging av skipum upp til 60 metrar, og ræður yvir  trimum bedingum og eini turrdokk. Við bedingskapasiteti uppá 2500 tons, eini 115 metra langari dokk , framkomnum verkstøðum og  verkfrøðinga- og teknistovu  kann felagið bjóða umbyggingar og viðlíkahald av skipum upp til 115 metur.
Leita og finn nærri frágreiðingar um tær ymisku tænasturnar, ið MEST bjóðar!


Les meira

Pavel Kutakhov í dokk á Skála

20 dec. 2011.
Stóri russiski trolarin Pavel Kutahov hjá Murmans Trawl Fleet hevur verið í dokk hjá MEST á Skála síðani 22.11.11, og skal verða liðugur umvældur áðrenn árskiftið.


Les meira

Detailprojektera havrannsóknarskip

Skipasmiðjan Mest er nú farin undir at detailprojektera nýggja havrannsóknarskipið, sum skal loysa Magnus Heinason av um nøkur fá ár. Magnus Heinason, sum annars hevur verið eitt gott skip til sína tíð, er smíðaður í 1978 og er soleiðis vorðin ov gamal, ótíðarhóskandi og dýrur í rakstri.


Les meira

MEST · J.C. Svabosgøta 31 · P.O. Box 65 · FO-100 Tórshavn · Tel.: +298 301100 · Fax: +298 301101 · Teldupostur: info@mest.fo · Design:MJMedia & MEST