 Søla og Tænasta
MEST P/f hevur sølustøð við goymsluvørum í Tórshavn, á Skála og í Runavík.
Mest liggur á goymslu við mestsum øllum vanligum stálvørum, svørtum eins væl og rustfríum, plátur, rør, bend, profilar, bjálkar v.m.
Er talan um legur, hevur MEST landsins stórstu goymslu til landsins bestu prísir.
Hydraulikk slangur, fittings og framleiðsla av slangum á øllum deildum.
MEST er goymsluførandi av mestsum allari útgerð til skipabrúk, pumpur, el-motorar, mekaniskir tetningar, ventilar v.m., og tað, ið vit ikki hava á goymslu, so sum eykalutir til flestu motorar og maskinur, skaffa vit skjótt og fyri kappingarførar prísir.
Útleigan av sleipibátum, mobilum kranum (100 tons), mobilum hátrýstreinsianleggum (upp til 2500 bar), mobilum metalliseringstóli v.m. Ring 30 11 00 og bið um tilboð uppá tað, ið tygum mangla.
Les meira |