![]() Um MESTMEST samtakið er ein samanrenning av MEST Tórshavn, MEST Skála, MEST Vestmanna og MEST Runavík. Avbjóðingin hjá okkum er í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip. Hetta verður gjørt í Tórshavn og á Skála. Deild okkara í Runavík arbeiðir við at framleiða vørur úr rustfríum stáli og veitir tænastur til hesar. MEST ger eisini nógv ymisk arbeiði á landi. Yvir 300 starvsfólk eru knýtt at virkseminum hjá MEST her á landi – og eini 50 hjá dóttirfelagnum PAM Offshore Service í Noreg. Øll hesi fólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulik, timbur og máling. Eisini selja vit eykalutir, umboða ymiska útgerð og veita tænastur við togarum og kranum. Leita og finn nærri frágreiðingar um tær ymisku tænasturnar, ið vit bjóða! Les meira |

