Okkara avrik
Enniberg:
Bíligari rakstur og leingjan av livitíð
Eigarin av Enniberg umhugsaði framtíðar støðuna viðvíkjandi skipinum. Eftir greiningararbeiði saman við MEST var avgjørt at skifta meginpartin av maskinlutunum út við nýggja dagførda útgerð. Úrslitið er munandi bíligari rakstur og ein leingjan av livitíðini hjá Enniberg.
Royndirnar við verkætlanini vísa, at slík stórarbeiði kunnu lyftast í Føroyum.
Bakkafrost:
MEST verið við í framgongdini
Bakkafrost er vorðið útbygt og umbygt munandi seinastu árini - og er í dag ein leikari á altjóða pallinum innan sølu av laksi.
MEST Runavík hevur verið við til at veitt loysnir til Bakkafrost innan flestu virkisøkini – farming, processing og packaging.
West Hercules:
Sera jaligt skotsmál frá kundanum
Eini 100 fólk vóru við í hesi verkætlanini, sum fór fram á Skálafjørðinum í august og september 2014. Talan var um arbeiði innan stál og rør økið umframt annað umvælingararbeiði. Mest og Pam Offshore vóru heiðra við Ársins Átaki 2014. Skotsmálini frá kundanum hava eisini verið sera jalig – m.a. sigur Thomas Gunnlaugsson, Statoil:
Maersk Edgar
Trupulleikin loystur eins og avtalað
Avtala varð gjørd millum MEST og Maerks Tanker viðvíkjandi umvæling av Maersk Edgar. Skipið var umvælt sambært avtalu og til avtalaða tíð meðan tað lá við bryggju í Runavík. Sambært Maersk Tankers var avbjóðingin loyst til fulnar. Fleet Group Manager, Ajay Arora,Maersk Tankers, skrivaði til okkum: : “I have received very positive and encouraging feedback on your handling of the Maersk Edgar”
Thor Alpha:
Supply skip - nýbygningur frá 2008
Seinasti nýbygningurin, sum var latin av MEST var Thor Alpha. Talan er um eitt supply/chase skip, sum hevur uppgávur kring allan knøttin.