Maskinsmiðir til MEST

Vit sóknast eftir ágrýtnum og nærløgdum maskinsmiðum, ið eru áhugaðir at starvast í einari av  landsins bestútgjørdu smiðjum.

Um starvið:

Í smiðjuni fáast vit við stórt sær allar greinar innan maskinsmiðjufakið og sleppur tú tískil at royna teg innan øll økini, eitt nú:

·         Umvæling og viðlíkahald av skipum

·         Umvæling og nýgerð av hydraulik útbúnaði

·         Leggja rør og íbinda til hydraulikskipanir

·         Umvæling av spølum og kranum

·         Umvæling og víðlíkahald av motorum

·         Akseltrekk

Vit bjóða, eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er góður. Starvsfólkini eru okkara týdningarmiklasta tilfeingi, tískil bjóða góða upplæring og møguleikar fyri víðarimenning innan fakið

Til starvið vænta vit av tær

·         Sveinabræv sum smiður ella samsvarandi

·         Tú arbeiðir sjálvstøðugt, og heldur tíðarfreistir

·         Tú ert jalig/ur og dugir at samstarva

·         Tú er skipaður og megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis

·         Tú ert tilvitaður um HTU-reglur

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, at tú hevur kunnleika til skip, skipsútbúnað, bygningar og vinnutól.

Umsóknarfreist

Umsókin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 31. oktober 2022, og gleða vit okkum at hoyra frá tær. Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum skal latast inn umvegis leinkjuna her á síðuni.

Løn og setanartreytir

Talan er um eitt fulltíðarstarv, ið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin kann verða í Havn ella á Skála.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.

sok_her.png

Meira at vita

Ynskir tú at vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rakstrarleiðaran, Dánjal Jákup Berg í Soylu, tlf. 791231

Um MEST

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum, nevnliga Skipasmiðjum,  Verkstaði til framleiðsluvinnuna og Offshore tænastum. Virksemið umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir og veita tænastur við sleiparum og kranum. Umleið 500 starvsfólk starvast í samtakinum