MEST Í STUTTUM

MEST strembar eftir at veita kundunum álítandi loysnir. Vit vita, at álit er tað, sum heldur í longdini og sum ger at okkara kundar koma aftur. Tí verður alt okkara virksemi lagt til rættis eftir hesari stremban.

Samtakið MEST er samansett av trimum virkisøkjum:

  • Skipasmiðjuvirksemi í MEST Tórshavn og MEST Skála
  • Framleiðsluútgerð til vinnuna á sjógvi og landi í MEST Runavík
  • Offshore tænastur og arbeiðsmegi til oljuvinnuna umvegis PAM Offshore Service

Við royndum heilt aftur frá byrjanini av seinastu øld er MEST í dag ein nýmótans fyritøka við vælútbúnum og virkisfýsnum starvsfólkum og tí nýggjastu tøknini innan framleiðslu og umvælingar.

Virksemi umfatar í høvuðsheitum at smíða, umbyggja og umvæla skip – og at framleiða útgerð úr rustfríum stáli til vinnuna á sjógvi og á landi.

Umleið 500 starvsfólk, herav áleið 70 lærlingar, eru knýtt at virkseminum her á landi. Okkara starvsfólk eru serkøn innan stál, el, mekanikk, hydraulikk, timbur, og máling. Eisini selja vit eykalutir, umboða ymiska útgerð og veita tænastur við togarum og kranum.

Leita og finn nærri frágreiðingar um tær ymisku tænasturnar, ið vit bjóða!

MEST Shipyard
Privacy Overview / Yvirlit yvir Privatliv

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Hendan heimasíðan brúkar cookies, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina. Cookie-upplýsingar verða goymdar í tínum kaga og hava funksjónir, sum t.d. at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðuna aftur, og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjir partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og nyttugar.