Dokking & Umstøður

DOKKING & UMSTØÐUR

MEST leggur áherðslu á at veita álítandi tænastur. Hetta styrkir trivnaðin umborð og gevur harvið lønsemi hjá kundum okkara.
MEST hevur skipasmiðjur í Tórshavn og á Skála við 3 bedingum og einari dokk. Stórar byggihallir og smiðjur við nýmótans útgerð hava við sær at alt arbeiðið kann verða framt á sama stað:
  • Umvælingar – stál, aluminium og rustfrítt stál
  • Motor umvælingar
  • Yvirflatuviðgerð
  • Tænastur av ymiskum slag

 

Okkara arbeiði innan offshore vinnuna seinastu árini hevur verið við til, at vit leggja serligan dent á skjalfesting og effektivitet í gerandisdegnum. Á okkara trimum bedingum megna vit at taka skip upp til 2500 tons, vit hava eina turrdokk, byggihallir, nýmótans smiðjur og tekni- og verkætlanarstovu. MEST er væl útgjørt til at átaka sær nýbyggingar, umbyggingar og umvælingar arbeiði. Okkara vælútbúnað arbeiðsmegi hevur drúgvar royndir at átaka sær viðlíkahald og umvælingar til ein breiðan skara av kundum í Føroyum og í londunum kring okkum. Okkara 500 starvsfólk hava allar neyðugu førleikarnar innan: mekaniska , el , stál- og timburøkið eins og yvirflatu viðgerð.

TÓRSHAVN

Norðara beding

Longd: 80 metrar
Vídd: 14,5 metrar
Vekt: 2.500 tons

Byggihøll 1

Longd: 56 metrar
Vídd: 30 metrar
Hædd: 11 metrar

Sunnara beding

Longd: 70 metrar
Vídd: 10,5 metrar
Vekt: Upp til 700 tons

Byggihøll 2

Longd: 30 metrar
Vídd: 13 metrar
Hædd: 8 metrar

SKÁLA

Vognur

Longd: 90 metrar
Vídd: 14,0 metrar
Vekt: 1.100 tons

Dokk

Longd: 115 metrar
Vídd: 20 metrar
Dýpi: 6,5 metrar
Azimuth brunnur til serskip: 7,8×4,8 metur; djúbd 4 metur

Dráttur byggihøll

Longd: 60 metrar
Vídd: 13 metrar

Nýggj Dokk í 2024

Longd: 150 metrar
Vídd: 30 metrar
Dýpi: 12 metrar

Set teg í samband við okkum

Skriva á sales@mest.fo ella ring á tel +298 79 11 00
foFaroese