7 lærlingar byrja sína yrkisleið hjá MEST

1. februar var stórur dagur á MEST. Tá byrjaðu 7 nýggir lærlingar sína yrkisleið hjá okkum. Tey vóru øll samlaði á MEST í Tórshavn. Her heilsaðu tey upp teirra starvsfelagar á nýggja arbeiðsplássinum, sum partur av innleiðsluni á MEST.

Hevur TÚ hug at byrja tína starvsleið hjá okkum? Næsta umfar MEST tekur lærlingar inn, er 1. mai og MEST heitir á teg um leggja eina umsókn inn á leinkjuni HER

Vit gleða okkum at arbeiða saman við okkara nýggju starvsfeløgum.
Tey eru:

El-deildin Tórshavn (El-lærlingur):
– Markus Poulsen

El-deildin Skála (El-lærlingur):
– Jákup Andriasarson Hammer

Maskindeildin Tórshavn (Maskinsmiðulærlingar):
– Emma Djurhuus
– Reinar Djurhuus
– Tóki Blástein

Maskindeildin Skála (Maskinsmiðulærlingar):
– Julian Dam
– Rósing Eldevig

(Myndir: Ólavur Frederiksen, MEST)

Emma Djurhuus
Rosing Eldevig
Julian Dam
Jákup Andriasarson Hammer
Markus Poulsen
Reinar Djurhuus
Tóki Blástein
foFaroese