Grøna tvíkiljan frá MEST viðurkenning í Australia

Austraulska tíðarritið Baird Maritime skýrdi í grein fríggjadagin Grønu tvíkiljuna ”Grønarók” sum ársins arbeiðsbát 2022.

Grønarók vann heiðurin sum ”Work Boat Best Small Fish Farm support vessel 2022”. Grønarók var latin Bakkafrost í September í fjør.

Í greinini verður nevnt at 100% eldrivna tvíkiljan hjá Bakkafrost, sum er bygd í Føroyum, er sera virkisfør og effektiv. Nevnt verður eisini, at tvíkiljan liggur væl í sjónum er er bílig í rakstri og kann nýtast til ymiskar uppgávur. Hon hóskar sera væl til tað krevjandi umhvørvið og veðurlagið, sum hon fer at arbeiða í.

Áhugavert at ein tvíkilja bygd í Føroyum fær umtalu so langt burturi.

Leinkja til greinina

en_GBEnglish