Girl Stephanie hevur verið inni til ein skjótan steðg á vogninum hjá okkum í Havn.
Arbeiðið fevndi um at vaska og mála botnin, kanna aksil og róðrarskipan, pussa skrúvubløðini og thrustarar, skifta sinkanóður, finna brek í róðrarskipanini, og gera viðlíkahald á RAPP-útgerðini.
Á myndunum sært tú áðrenn og aftaná.
Girl Stephanie er klár at fara aftur til arbeiðis í morgin.
