
HTU - Heilsa, Trygd og Umhvørvi
Málsetningurin hjá MEST er, at heilsan og trygdin hjá starvsfólkinum skal raðfestast høgt. Tað er okkara sannføring, at eru hesi viðurskifti í lagi, so vil tað einkulta starvsfólki og MEST eisini fáa meira burturúr. Bæði, tá talan er um útinnan av arbeiði, og tað, at viðskiftafólk okkara vilja merkja samstarvið við okkum meira jaligt.
MEST ynskir eisini at fremja eina mentan, ið setur ágrýtni, arbeiðsgleði, trygd og heilsu í hásæti. Málið er at økja trivnaðin millum starvsfólk og virka fyri, at stuðla upp undir heilsustøðuna hjá tí einstaka starvsfólkinum.
MEST setir sær sum mál at vera eitt arbeiðspláss,
ið hevur tryggan rakstur og samstundis veitir kundum okkara eina góða tænastu. Hetta vilja vit gera við at:
– vera eitt heilsugott arbeiðspláss, ið arbeiðir fyri góðum likamligum og sálarligum arbeiðsumhvørvi
– skapa eina mentan, ið setir ágrýtni, arbeiðsgleði, trygd og heilsu í hásæti
– hava fokus á heilsuligar orsøkir til sjúkrafráveru
MEST setir sær sum mál at vera eitt arbeiðspláss,
har starvsfólk samstarva og læra hvør av øðrum. Hetta vilja vit gera við at:
– fremja og menna møguleikar fyri felags virksemi hjá starvsfólkum
– fremja trygdar- og heilsulig átøk, sum nøkta tørvin hjá so nógvum starvsfólkum sum gjørligt
– arbeiða við støði í heildarmetingum, fyri at fyribyrgja sjúku í arbeiðinum
MEST setir sær sum mál at vera eitt arbeiðspláss,
har starvsfólkið mennist. Hetta vilja vit gera við at:
– fremja menningarátøk, ið betra um heilsuna
– útvega vitan og amboð um heilsuframa
– skapa skilagóð sambond millum lívshátt, arbeiðsumhvørvi og sosialu ábyrgdina hjá MEST.