Hydraulikdeild (V)

Hydraulikkdeild

Hydraulikkdeildin hjá MEST

Hydraulikdeildin hjá MEST veitir tænastur og loysnir til flestu vanligu hydraulikkskipanir – m.a. til kranar, fiskapumpur og aðra skipaútgerð.

Vit veita:
• Ráðgeving, viðlíkahald og umvælingar
• Uppseting og ídriftsetan av skipanum
• Framleiðslu av slangum og rørskipanum á
okkara vælútgjørda verkstaði

Serliga hava vit nógv royndir við slangum til fiskapumpur (1½” – 2”), sum vit gera eftir máti og setast saman á staðnum.

Eykalutir og útgerð vit hava á goymslu:

Slangur og fittings:
• Hydraulikslangur frá ¼” til 2”
• Slangur til fiskapumpur
• Metrisk fittings (galvaniserað og sýrufast, 6mm – 42mm)
• JIC fittings – galvaniserað & sýrufast
• BSP fittings – galvaniserað & sýrufast
• ORFS fittings – galvaniserað
• Plastboylar til rør (6mm – 42mm)
• Test-fittings

Málitól og verjur:
• Manometur og vaccummetur
• Slanguverjur

Maskin- og stýrieindir:
• Hydraulikmotorar (OMP, OMPW, OMR & OMSU)
• Hydraulikpumpur
• Ventilar
• Filtur

Vit arbeiða skjótt og álitandi – og kunnu veita bæði skræddaraseymaðar loysnir og standardvørur til skip, virkir og vinnu kring alt landið.

Loysnir

Hydraulikkskipanir og slangur – alt frá sama veitara. Vit veita heildarloysnir innan hydraulikkskipanir til kranar og aðrar maskinur, har álítandi kraftflutningur er ein treyt.
MEST Shipyard
Privacy Overview / Yvirlit yvir Privatliv

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Hendan heimasíðan brúkar cookies, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina. Cookie-upplýsingar verða goymdar í tínum kaga og hava funksjónir, sum t.d. at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðuna aftur, og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjir partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og nyttugar.