Íslendska Ljósafell á MEST

50 ára gamli trolarin Ljósafell kom á beding í dag. Skipið skal til 50 ára klassing, sum millum annað fevnir um at yvirhála motorin og ymiskt viðlíkahalds arbeiði annars. Ymiskt arbeiði skal eisini gerast í samband við verksmiðjuna.

Harumframt skal nógv málingaarbeiði gerast og skal skipið vaskast og málast frá kjøli til mastrartopp komandi vikurnar.

Ljósafell er úr Fáskrúðsfirði í Íslandi. Sum tað sæst var íslendska flaggið vundið á stong – kanska sum ein heilsan til Ólavssøkuna.

Ship on land for repair

(Mynd: Richard Mortensen. MEST Shipyard)

en_GBEnglish