52474510_2137689822964492_533446117963071488_n (2)

LÆRUPLÁSS Á MEST

MEST er tann fyritøkan, sum hevur flest lærlingar í Føroyum. Tað eru vanliga umleið 70 lærlingar í læru innan ymisk handverksøkir og eisini innan umsitingar-, handils- og goymsluøkið.    

Sum handverkari hevur tú møguleikan at nema tær førleikar innan ymisk fakøkir - sum eitt nú maskin-, el- og stáløki. Yrkisútbúgvingin er skipað soleiðis, at skift verður millum verkliga læru á MEST og skúlagongd á yrkisskúla. Lærutíðin er 4 ár – harav 55 vikur í skúla. Útbúgvingin endar við sveinaroynd. Upptøkukrøv er fráfaringarroynd fólkaskúlans.   

Framtíðarmøguleikar eru sera góðir . Eftir útbúgvingina kanst tú arbeiða sum góðkendur maskinsmiður. Tú kanst eisini sum maskinsmiður fara undir framhaldsútbúgving sum t.d: Maskinmeistari, Framleiðslutøkningur, Verkfrøðingur (krevur upptøkuskeið) og annað. Sí annars nærri um útbúgvingina undir: www.yrkisdepilin.fo ella www.glasir.fo.  

LÆRLINGUR Á MEST - EIN STARVSLEIÐ VIÐ GÓÐUM MØGULEIKUM

TÓRSHAVN

Her kanst tú søkja um lærupláss til deildina í Tórshavn

TRÝST HER

SKÁLA

Her kanst tú søkja um lærupláss til deildina á Skála

TRÝST HER

RUNAVÍK

Her kanst tú søkja um lærupláss til deildina í Runavík

TRÝST HER
MEST Shipyard
Privacy Overview / Yvirlit yvir Privatliv

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Hendan heimasíðan brúkar cookies, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina. Cookie-upplýsingar verða goymdar í tínum kaga og hava funksjónir, sum t.d. at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðuna aftur, og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjir partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og nyttugar.