Maskintøkningur til MEST

Vit leita eftir einum eldhugaðum maskintøkningi.Tú kemur m.a. at arbeiða saman við teknistovutoyminum, sum eru framleiðslutøkningar og verkfrøðingar. Tínar uppgávur verða millum annað at gera fylgjandi:

  • At verða partur av toymi sum ger umbyggingar/viðlíkahald
  • At tekna 3D og 2D
  • At gera arbeiðstekningar
  • At gera skeritekningar
  • At gera 3D skanningar
  • At gera tekniskar uppmátingar
  • At gera teknisk upplegg
  • At gera tilboð
  • Annað fyrifallandi á Tekni- og verkætlanarstovuni

Starvsstaðurin er á MEST og tú kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar uppgávurnar eru.

Tú vísir til leiðaran fyri Tekni- og Verkætlanarstovuna.

Tín vangamynd:

Tú arbeiðir sjálvstøðugt, hevur eitt jaligt lyndi, og dugir væl at samstarva. Tú sært týdningin í at halda góðsku og arbeiðir við nærlagni. Tú megnar at arbeiða undir trýsti, tá nógvir bóltar eru í luftini í senn.

Tú dugir væl føroyskt og enskt og hevur góðar KT førleikar. Kunnleiki til skip, skipsútbúnað og maskinir er ein fyrimunur. Í starvinum skal ein rokna við nakað av ferðing uttanlands.

Vit bjóða tær:

Eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi.

Sum partur av MEST samtakinum hevur tú atgongd til okkara matarskipan á øllum deildum okkara.

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.

Umsókn:

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Ynskir tú meira at vita um starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunvard Joensen, leiðara fyri Tekni- og Verkætlanarstovuni á tel 791230 ella á teldupost: sj@mest.fo

 

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6 januar 2023 og skal latast inn umvegis hesa leinkju:

https://starv.mest.fo/Vacancy/Index/43

Starvið verður sett skjótast gjørligt og samrøður verða leypandi so hvørt umsóknir koma inn.

foFaroese