
MEST Design
Á okkaru teknistovu starvast 13 vælútbúgvin starvsfólk. Hetta eru sivilverkfrøðingar og maskin tøkningar, sum eru klárir at veita tær tænastur innan sniðgeving, ráðgeving og verkætlanarleiðslu við mest framkomnu KT útgerð og forritum. Vit átaka okkum millum annað:
- Concept design – har sjálvt hugskotið verður til Concept, contract basic og ítøkulig sniðgeving
- Stabilitet- og hallútrokningar
- Bygningsútrokningar, FEM Tekningar og skrokk bygningur
- Tjúgdarmátingar og DNV góðkendar frágreiðingar
- Verkætlanarleiðsla
Set teg í samband við okkara teknistovu til eitt prátt um tína verkætlan.