MEST: 70 luttóku á ráðstevnu um at minka um útlatið

At hetta háaktuella evni hevur áhuga – var sjón fyri søgn á tiltaki, sum MEST skipaði fyri á Hotel Hafnia mikudagin. Tiltakið var meiri enn fullteknað og luttóku allir aktørar, sum skulu tryggja eitt miðvíst orkuskifti innan sjóvinnuna.

Á ráðstevnuni luttóku umframt motorveitarar og kundar hjá MEST – eisini landsstýriskvinnan, myndugleikar, orkuveitarar, serfrøðingar og ymisk virkir.

Framløgur vóru frá MEST og serfrøðingum úr Norra, Danmark og Finlandi. Ljós varð varpað á, hvussu vit kunnu uppstiga verandi flota til grønari loysnir – við battaríum, vetni, metanol, ammoniakk og øðrum. Krøv frá kundum og myndugleikum hava við sær, at fiskifør, alibátar, tænastuskip, farmaskip og ferjur mugu leggja um til grønari loysnir komandi árini.

Framløgurnar vístu, at ymiskar loysnir longu finnast og at aðrar loysnir eru tøkar um 2-3 ár ella so. Fyri at vit kunnu eydnast er eyðsæð, at orkuveiting til ymisku loysnirnar má verða til staðar. Og her tykist sum at bæði SEV og onnur orkufeløg hava ætlanir fyri framman. Onkrar loysnir kunnu tó setast í verk alt fyri eitt – eitt nú hybridloysnir av ymiskum slag.

Ein av høvuðsniðurstøðunum var, at allir partar mugu samstarva fyri, at flotin kann eydnast við at náa málunum at minka um útláti frá skipum og arbeiðsbátum. Eisini politiski myndugleikin.

(Mynd: MEST)
(Mynd: MEST)
(Mynd: MEST)
(Mynd: MEST)
(Mynd: MEST)
en_GBEnglish