Við frá fyrstu striku
MEST Design – tá ið gott snið er avgerandi
Á teknistovuni hjá MEST starvast 13 sera roynd og vælútbúgvin fakfólk – sivilverkfrøðingar og maskintøknarar – ið veita tænastur innan sniðgeving, ráðgeving og verkætlanarleiðslu.
Vit brúka mest framkomnu KT-útgerðina og forritini á marknaðinum, og arbeiða við høgari góðsku og neyvleika frá fyrstu hugskotslínu til lidna loysn.
Vit bjóða m.a.:
• Concept design – frá fyrstu hugskoti til ítøkiliga sniðgeving (Concept, Contract Basic, Detail Design)
• Útrokningar av stabiliteti og halli
• Bygningsútrokningar, FEM-telningar og snið av skrokkum
• Tjúgdarmátingar og frágreiðingar góðkendar av DNV
• Heildarleiðslu av verkætlanum
Hevur tú eina verkætlan í tankanum?
Set teg í samband við okkum – vit eru klár at ráðgeva tær frá byrjan.
Loysnir






Set teg í samband við okkum – vit eru klár at ráðgeva tær frá byrjan.
Sølubúðin
Vørugoymslan hjá okkum hevur eitt breitt úrval av lutum innan EL & Elektronik. Úrvalið er tillaga til vinnuna á sjógvi og landi.
Bíleggingar kunnu gerast umvegis okkara sølubúðir á
- Skála
- Tórshavn
- Runavík
Upplatingartíðir á sølubúðum
Mána- til fríggjadag: 8.00 – 16.10
+298 791100 – sales@mest.fo
