MEST íblástur – grønar loysnir

Hósdagin 17 novembur luttóku
nógvir góðir kundar til MEST fyrraparts kundatiltak á Hafnia. Umboð frá
Wartsila, DESMI og Brunvoll høvdu framløgur um verandi og framtíðar loysnir,
sum kunnu vera við til at økja effektivitetin, økja lønsemi og samstundis verja
umhvørvið. Umleið 50 fólk luttóku góðu hølunum á Hafnia har fyrraparturin
endaði við einum góðum miðmála. Út frá afturmeldingunum at døma var hetta ein
fyrrapartur, sum gav luttakarunum okkurt at hugsa um. Takk fyri luttøkuna.

foFaroese