MEST lat tvíkiljuna Heldarsgjógv til Hiddenfjord í gjár

“Arbeiðið hevur gingið fyrimyndarliga væl og eru vit sera væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna. Tvíkiljan var latin til tíðina – ja heilar 24 dagar áðrenn tíð”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Henda fyrsta av tveimum tvíkiljum frá MEST til Hiddenfjord, bleiv handað Marjun Wilhelm, Leiðara fyri Sjógvaling hjá Hiddenfjord, í gjár. Næsta tvíkiljan til Hiddenfjord verður latin í mars 2024.

Tann nýggja tvíkiljan, sum hevur fingið navnið “Heldarsgjógv”, er bygd til aliøki í Vestmanna og Fútakletti og fær heimstað í Vestmanna. Tvíkiljan fekk góð skotsmál á degnum frá Hiddenfjord manningini.

Á samkomu í matarhøllini hjá MEST vóru eini 120 fólk savnaði til eitt hátíðarhald har stjórin á MEST, Mouritz Mohr, helt eina stutta røðu. Í røðuni takkaði hann Hiddenfjord fyri fyrimyndarliga gott samstarv – og gav rós til starvsfólkini á MEST fyri væl úr hondum greitt arbeiði.

Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 116 á MEST, er 16 m long og 8 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við einum stórum MELCAL krana av støddini 80 tons, einum 2×500 HK Volvo Penta høvuðsmoturi,  einum 250 kW Volvo Penta hjálpimotori og 20 tons deksspæli. Tvíkiljan er útgjørd við eini nótavaskiskipan frá Akva Group – so at báturtin er útgjørdur til eisini at vaska nótir. Báturin hevur tvær síðuskrúvur.  Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

(Mynd: MEST)
(Mynd: MEST. Á myndini, Marjun Wilhelm, leiðara fyri sjógvaling hjá Hiddenfjord, og Mouritz Mohr, stjóri á MEST)
(Mynd: MEST)
(Mynd: MEST)
(Mynd: MEST)
en_GBEnglish