MEST sett FLS avlúsingarskipan á Bakkafoss

MEST hevur í seinastuni arbeitt umborð á brunnbátinum Bakkafossi hjá Bakkafrost við at seta nýggja FLS avlúsingarskipan upp.
Umframt at seta skipanina upp, hevur MEST eisini staðið fyri umfatandi rørarbeiði til skipanina – við at framleiða og uppseta rør til fisk og rørberarar, umframt rør til returvatn og vasking.

(Myndir: MEST Shipyard)

foFaroese