MEST sker fyrsta stálið til nýggju tvíkiljurnar hjá Hiddenfjord

MEST sker fyrsta stálið til nýggju tvíkiljurnar hjá Hiddenfjord

Í samband við at byrjað varð at skera stálið til nýggju tvíkiljurnar NB116 og NB117, var eitt lítið hátíðarhald á MEST í Tórshavn mánadagin hin 20. Mars. Møtt var í byggihøllini har umboð frá Hiddenfjord, undirveitarum og starvsfólki á MEST luttóku.Í stóru byggihøllini blev fyrsta stálið skorið við at umboð fyri Hiddenfjord, Bogi Jacobsen, trýsti á knøttin á skerimaskinuni.  

 

Síðani var farið upp matarhøllina har framløgur vóru um tilgongdina og nýggju 3D tøknina, ShipConstructor,  hjá MEST, sum hevur við sær, at tað gerst munandi lættari hjá øllum á verkætlanini at fremja sítt arbeiði og ikki minst at halda tíðina.

Eftirmiddagurin endaði við kaffi og onkrum góðum afturvið.

 

Alt arbeiði verður framt í Føroyum – líka frá skrokki til aptering umborð.

foFaroese