MEST stuðlar Skála ÍF – úr 1. deild og upp í Betri Deildina komandi ár

Longu 1. september vann Skála seg upp í bestu deildina í føroyskym fótbólti, tá ið Skála vann 4-1 móti B36.

Skála hevur verið greitt oddalið alt kappingarárið. Einans í 4 dystum hava skálamenn ikki fingið fulla úrtøku.

Skála hevur vunnið 19 av 23 dystum, og 4 dystir eru eftir at leika.

  • MEST ynskir Skála hjartaliga til lukku við flotta avrikinum.
en_GBEnglish