Langir dagar hjá súkkluliðnum í Mest eru nú farnir afturum!
Súkkluliðið hevur luttikið í kappingini ‘LM Kring Føroyar’.
Hetta er ein kappingarrøð, ið er 5 dagar og har kappast verður hvønn dag.
Dagur 1. Eysturoy: 24 km, kappast í tíðarsúkkling
Teinur: Effo í Runavík -> Skálabotn -> Effo Runavík, mál.
Dagur 2. Eysturoy: 55 km
Teinur: Frá Við streymin -> Eiðis -> Eiðisskarð -> Funning -> Skipanes -> Effo Klaksvík, mál.
Dagur 3. Sandoy: 63 km
Teinur: Frá Meginskúlanum á Sandi -> Runt Sandsvatn -> Skálavík mølin -> Runt Sandsvatn -> Skálavík mølin -> runt Sandsvatn -> Skálavík, mál.
Dagur 4. Suðuroy: 65 km
Teinur: Frá Effo á Tvøroyri -> Hvalba -> Tvøroyri -> Hovsegg -> Hov -> Porkeri -> Vágur -> Lopra -> Sumbiarberghol -> Sumba -> Lopra -> Vágur, mál.
Dagur 5. Streymoy: 53 km
Teinur: Frá Tjørnuvík -> Kollafjørður -> Kaldbaksbotnur -> runt Tórshavn, mál.
Leif Mohr bjóðaði kaffi, sodavatn og pylsur til bæði luttakarar og áskoðarar.

Samanlagda úrslitið fyri allar 5 dagarnar, er hetta:
- Hilmar Hansen, nr. 2 við tíðini 8 t. 37 min. 20 sek.
- Bogi Gregersen, nr. 5 við tíðini 8 t. 48 min. 32 sek.
- Jóhan Petur Petersen, nr. 7 við tíðini 9 t. 21 min. 58 sek.
- Eirikur Joensen, nr. 8 við tíðini 9 t. 24 min. 44 sek.
- Jóhan M. Jacobsen, nr. 10 við tíðini 11 t. 14 min. 52 sek.
(Hóast tvær punkteringar og mótgongd, fann Jóhan M. megi til at umvæla dekkini og gjøgnumføra kappingina til fulnar 👍🏻)
Tað næsta ið er á skránni hjá Mest súkkluliðnum er:
> 14.juni FM í Tíðarsúkkling
> 17.juni FM í Vegasúkkling
> 18.juni FM í Býarsúkkling