MEST veitt RAS skipan til Bakkafrost við Áir

For English see text below

RAS skipanin er júst veitt til Bakkafrost við Áir. MEST hevur uppsett skipanina í samstarvi við MAT-KULING úr Noregi.

Talan er um eina skipan, ið er bygd upp sum ein fullfíggjað prefabrikerað eind, ein sokallað “plug and play” loysn, ið harumframt eisini krevur sera lítið av plássi og orku.

Eindin er útgjørd til mekaniska, biologiska, kemiska og sóttreinsandi vatnviðgerð.

Talan er um eina heildarloysn har stýringar eru ein partur av RAS eindini. Raksturin av eindini er sera brúkaravinarligur.

RAS eindin er útgjørd við fylgjandi útgerð:

  • Trumlufiltri
  • Proteinskimmara
  • Ozon generator
  • Biofiltri (Moving bed)
  • Avgassara
  • UV-filtri
  • Hitavekslara
  • Følarum:
    • Niveau
    • ORP
    • pH
    • Temperatur
    • Flow
    • Trýst
  • Stýriskápi


Øll eindin sum hon er, er framleidd úr plasti (PP & PVC).

MEST delivered RAS system to Bakkafrost

The RAS system has just been delivered to Bakkafrost’s site at Áir. MEST has installed the system in cooperation with MAT-KULING, Norway.  

The unit was prefabricated as a “plug and play” solution, which demands very little space and energy.  

The system is equipped to mechanical, biological, chemical and disinfectional water treatment – ensuring compliance with the highest environmental standards.

Control systems are an integrated part of the RAS unit.  The daily operation of the system is very user friendly.

The RAS unit is equipped with the following equipment:

  • Drum filter
  • Protein skimmer
  • Ozone generator
  • MBBR filter
  • Trickle filter
  • UV-filter
  • Heat exchanger
  • Various sensors:
    • Level
    • ORP
    • pH
    • Temperature
    • Flow
    • Pressure
  • Control cabinet


The complete unit is manufactured from plastic (PP & PVC).

(Myndir / Credit: MEST Shipyard)

en_GBEnglish