Nýbygging

Nýbygging

At byggja nýtt er ikki nýtt fyri okkum

Í meira enn 120 ár hevur MEST latið yvir 123 skip úr hondum. Á okkara tekni- og verkætlanarstovu starvast 13 royndir og vælútbúnir verkfrøðingar og framleiðsluástøðingar, sum altíð eru til reiðar at veita ráðgeving innan byggiútgerð og ritbúnað.

MEST tekur sær av øllum stigum í eini nýbyggingartilgongd – frá fyrstu skitsu til liðugt skip.

Skrokkurin verður vanliga framleiddur í samstarvi við skipasmiðjur í Eysturevropa, har okkara egnu serfrøðingar fylgja arbeiðinum neyvt. Vit samstarva við undirveitarar bæði í Føroyum og uttanlands og tryggja harvið dygd og skilagóðar loysnir.

Vit arbeiða tætt saman við reiðaran í allari tilgongdini, fyri at tryggja at skipið livir upp til øll krøv og ynski. MEST veitir ráðgeving og hjálp innan:

  • Yvirskipað snið og design
  • Planlegging og detailprojektering
  • Val av hóskandi undirveitarum
  • Tryggja framdrátt og góðsku í øllum arbeiðinum

Álit og trúvirði eru kjarnin í okkara arbeiði. Tað eru hesar dygdir, sum gera, at kundarnir koma aftur til okkara – og tað eru júst hesar dygdir, vit miðvíst stremba eftir at varðveita og styrkja.

Loysnir

Nakrar loysnir


Jákup Sverri
Llatin í 2020 til Føroya Landsstýrið – eitt sera framkomið havrannsóknarskip, sum var latið til avtalaðan kostnað og avtalaða tíð.

Miðvík
Tvíkilja latin í 2017 til Bakkafrost. Ein tvíkilja, sum hevur roynst væl og var latin til avtalaða tíð og til avtalaðan kostnað.

Artic Viking
Skift høvðusmoturin, og báðar hjápimotorarnar, umframt gjørt ymiskar dagføringar í 2019. Arbeiðið gekk væl og var latið til tíð og kostnað.

Norðborg
nýggjur motorblokkur ísettur í 2020.

Thor Omega
Ein stór umbygging við eini hædd bygd omaná skipið – latið í 2021 til avtalaða tíð og kostnað.
MEST Shipyard
Privacy Overview / Yvirlit yvir Privatliv

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Hendan heimasíðan brúkar cookies, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina. Cookie-upplýsingar verða goymdar í tínum kaga og hava funksjónir, sum t.d. at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðuna aftur, og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjir partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og nyttugar.