
PLASTSVEISING & LOYSNIR
Vit veita neyvar og góðskutryggjaðar sveisingar og innleggingar av PE-rørum á staðnum ella í smiðju okkara.
Okkara sveisilið er staðsett mitt í Føroyum, í okkara 2000 fermetra smiðju í Runavík.
Vit hava tey seinastu árini lagt serligan dent á at byggja upp eitt miðvíst toymi í MEST. Í dag hava vit eitt kjarnutoymi sum fevnur um 12 PE sveisarar. Teir hava allir verið á umfatandi skeiði og fingið vegleiðing frá serfrøðingum á økinum. Um tað er neyðugt hava vit nógvar handverkarar afturat toyminum, ið kunnu tilkallast. Okkara handverkarar eru javnan til venjing fyri at tryggja vitan og kunnleika – hetta fyri at bjóða høga góðsku og tænastu til okkara kundar.
Vit tryggja at plastsveisingar frá okkum verða handaðar í høgari góðsku og neyvleika og síggja gott út.
- Sertifikatsveisarar ferðast runt um alt landið
- EL-sveisingar
- Ekstrudersveisingar
- Stuksveisingar
- Muffu-dorn sveisingar
Set teg í samband við okkum til eitt prát um tína verkætlan.
Rør og plast eykalutir fáast í sølubúðini
Vit hava eina stóra goymslu við eykalutum innan plast.
- PE-Rør og fittings
- PP rør og fittings
- Brunnar og tangar
- Ventilar, skjótispjell og aktuatorar
Plastsveisitoymið ferðast um alt landið til uppgávur innan plastsveising, bæði á landi og umborð á skipum. Í Myndasavninum sæst nøkur av okkara arbeiðum.