Plastsveisning og loysnir (V)

Plastsveising og loysnir

PLASTSVEISING & LOYSNIR Vit veita neyvar og góðskutryggjaðar sveisingar og innleggingar av PE-rørum – bæði á staðnum og í smiðjuni hjá okkum í Runavík. Smiðjan í Runavík er 2.000 fermetrar og liggur mitt í Føroyum. Har halda okkara royndu sveisarar til, og her hava vit bygt upp eitt sterkt og miðvíst plastsveisitoymi. Sertifiserað toymi – við høgari góðsku sum mál Seinastu árini hava vit í MEST ment eitt kjarnutoymi av 12 PE-sveisarum. Teir hava allir luttikið í umfatandi skeiðum og fingið vegleiðing frá serfrøðingum á økinum. Um tørvur er á tí, kunnu fleiri handverkarar knýta seg at toyminum. Vit tryggja, at okkara starvsfólk javnan fáa venjing og uppfrískan av vitan – so tú altíð fært eina dygdargóða tænastu. Vit leggja dent á, at okkara sveisingar ikki bara eru neyv og haldgóð – men eisini hava eitt reint og fagurt snið. Vit veita: • EL-sveising • Ekstrudersveising • Stuksveising • Muffu-dorn sveising Okkara sertifiseraðu sveisarar ferðast um alt landið. Set teg í samband við okkum til eitt prát um tín tørv ella tína verkætlan. SØLUBÚÐ & GOYMSLA – ALT TIL PLASTINNLEGGINGAR Í sølubúðini í Runavík hava vit eitt breitt úrval og eina rúgvu á goymslu innan plastútgerð og fittings: • PE-rør og fittings • PP-rør og fittings • Brunnar og tangar • Ventilar, skjótispjell og aktuatorar Tørvar tær eitt álitandi samstarv um plastsveising? Vit eru klár at hjálpa.

Loysnir

Seinastu árini hava vit í MEST ment eitt kjarnutoymi av 12 PE-sveisarum. Teir hava allir luttikið í umfatandi skeiðum og fingið vegleiðing frá serfrøðingum á økinum. Um tørvur er á tí, kunnu fleiri handverkarar knýta seg at toyminum. Vit tryggja, at okkara starvsfólk javnan fáa venjing og uppfrískan av vitan – so tú altíð fært eina dygdargóða tænastu.

Sølubúðin

Vørugoymslan hjá okkum hevur eitt breitt úrval av lutum innan EL & Elektronik. Úrvalið er tillaga til vinnuna á sjógvi og landi.

Bíleggingar kunnu gerast umvegis okkara sølubúðir á

 

  • Skála
  • Tórshavn
  • Runavík

Upplatingartíðir á sølubúðum

Mána- til fríggjadag: 8.00 – 16.10

+298 791100 – sales@mest.fo

MEST Shipyard
Privacy Overview / Yvirlit yvir Privatliv

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Hendan heimasíðan brúkar cookies, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina. Cookie-upplýsingar verða goymdar í tínum kaga og hava funksjónir, sum t.d. at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðuna aftur, og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjir partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og nyttugar.