
YVIRFLATUVIÐGERÐ
MEST kann átaka sær flest allar málinga uppgávur – bæði úti og inni. Bæði fyri vinnuna á sjógvi og á landi. Vit átaka okkum málingaarbeiði – frá kjølinum upp á mastrarnar, uttanborða og innanborða.
Harumframt átaka vit okkum at fáa entreprenør amboð, maskinur og aðra útgerð innandura í okkara stóru hallir til eitt nú sandblásing, metalisering, máling, og spuling við 500 bar hátrýst spulara.
Í okkara serútgjørdu høll i Havn átaka vit okkum at endurnýggja eitt nú tvíkiljur, skip, gravkýr, vegtrumlur, grótknúsarar og annað. Úrslitið er ein longri livitíð fyri tínar íløgur í eitt nú arbeiðsbát ella arbeiðstól.

Til serliga avbjóðandi uppgávur hevur MEST samstarv við GARDIT í Danmark. Gardit hevur í mong ár verið høvuðsveitari á donskum skipasmiðjum, eitt nú á Fayard.
MEST umboðar HEMPEL málingina – og kunnu eisini átaka okkum at brúka onnur merkir, um hetta ynskist.