Søgan

2022-05-09 09.58.23

SØGAN

Søgan um tær fýra fyritøkurnar, ið gjørdust MEST P/F.

Tórshavnar Skipasmiðja

Eftir at Kjartan Mohr hevði nomið sær kunnleika um skipabygging í Danmark og hevði arbeitt upp á skip og bygt bátar á Havnarvág, stóð hann á odda at stovna Tórshavnar Skipasmiðju. Hon varð stovnað 17. august 1936 við Kjartan Mohr sum stjóra. Umframt Kjartan vóru stovnararnir Jógvan Zachariasen, Zacharias Heinesen, Hans Jacob Joensen, Jógvan Hansen, Jákup á Dul og Jakku í Stórustovu.

Tá ið Kjartan doyði í 1979, tók sonurin, Poul Mohr, við stjórastarvinum á Tórshavnar Skipasmiðju. Virksemið øktist og broyttist støðugt og  Skipasmiðjan var í 2004 seld íløgufelagnum Notio.

Skála Skipasmiðja

Fyrsta byrjanin til bedingina á Skála var í 1901. Tað vóru teir báðir skipsreiðararnir úr Havn, Jens Andreasen – vanliga nevndur Jens í Dali – og Sørin Muller, ið tóku stig til hetta. Ein gomul beding varð keypt úr Englandi og varð førd til Føroya við ”Vigil Star”, sum Jens í Dali átti. 

Síðan varð arbeitt við at gera undirlagið og leggja bedingina út og í mei mánaði 1904 var fyrsta skipið tikið upp. Tað var ”Saphire”, sum Handilsforeiningin í Havn átti.

Í 1997 varð Skála Skipasmiðja keypt av Tórshavnar Skipasmiðju

Vestmanna Skipasmiðja

Vestmanna Skipasmiðja varð sett á stovn av Ólavi á Heygum í 1898. Tann 18. Mai 1898 varð fyrsta skipið tikið upp, og tað var sluppin “Vágoy”.

Stovnarin av sleipistøðini, Ólavur á Heygum varð ikki gamal maður, hann doyði longu 15. juni 1923 bert 56 ára gamal. Á skipasmiðjuni blivu eini 6-7 motorbátar (deksbátar) smíðaðir og annars stóðst mesta arbeiði av at umvæla sluppir. Øll Vágaskipini lógu um veturin í Vestmanna og blivu umvæld og harumframt vóru sjálvsagt eisini skipini úr Vestmanna, so har var nokk at gera.

Í 1986 keypti P/f Tórshavnar Skipasmiðja, Vestmanna Skipasmiðju.

FJM Runavík

FJM í Runavík varð stovnað í 1986 við Frithleif Olsen sum stjóra. Fyritøkan hevði sum høvuðsmál at veita tænastu og framleiðslu av útgerð og tilfari til fiskiídnaðin – fyri tað mesta í rustfríum stáli. 
 Í januar 2004 varð fyritøkan keypt av íløgufelagnum Notio og løgd saman við skipasmiðjusamtakinum. 

Fyritøkurnar broyta navn til MEST í 2008

Avgjørt var í 2008 at broyta navn so at feløgini í samtakinum verða marknaðarførd undir felags heitinum MEST. Øll verða marknaðarførd undir navninum, MEST, sum stendur fyri maskin, el, stál og timbur. 

Síðani 2010 hevur Mouritz Mohr verið stjóri á MEST og hevur fyritøkan verið ígjøgnum eina tilgongd har fyritøkan hevur umskipað sítt virksemi og tillagað seg viðurskiftunum á marknaðinum. Í 2014 yvirtók P/F Krúnborg virksemið og er virksemi munandi økt síðani tá.  Í fyritøkuni starvast í dag umleið 400 fólk umframt millum 100 starvsfólk í dóttirfelagnum PAM Offshore Service, sum arbeiðir innan frálandavinnuna uttan fyri landoddarnar. 

MEST Shipyard
Privacy Overview / Yvirlit yvir Privatliv

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Hendan heimasíðan brúkar cookies, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina. Cookie-upplýsingar verða goymdar í tínum kaga og hava funksjónir, sum t.d. at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðuna aftur, og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjir partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og nyttugar.