SØLUBÚÐIR
Tað er lætt at bíleggja eykalutir frá størstu eykalutagoymsluni í Føroyum. Vit hava eitt toymi av royndum starvsfólkum, sum skilja tín tørv á eini skjótari veiting – so at hjólini hjá tær kunnu mala alla tíðina. Okkara toymi er tilreiðar allan sólarringin og koyrir beinleiðis til tín við vøruni beinanvegin.
Vit hava 3 sølubúðir á MEST – eina í Tórshavn, eina á Skála og eina í Runavík.
Tørv á vørum?
Vit hava ein av landsins kvikastu responstíð umvegis teldupost fyrispurningum.
Send ein fyrispurning á: Sales@mest.fo ella trýst á leinki niðanfyri.
Trýst her












Sølubúðirnar á Skála og í Tórshavn
Sølubúðirnar á Skála og í Havn eru serliga útgjørdar til okkara maritimu kundar. Harumframt veita vit eisini eykalutir til vinnuna á landi – eitt nú entreprenørar, kommunur, orkufeløg og onnur.
Vit veita alt innan el, filtur, hydraulikk, kemisk evni, legur, máling, pumpur, slangur og turbinur, v.m. Vit klára vanliga tær mest torføru avbjóðingarnar. Og so hava vit smiðju og eitt mobilt toymi, sum koyrir kring alt landi fyri at fremja umvælingar.
Sølubúðin í Runavík – eykalutir til fiski- og byggivinnuna
Í sølubúðini í Runavík fært tú nærum allar eykalutir, ið tú hevur tørv á – alt frá ventilum, hydraulikki og elvørum – til rustfrítt stál av ymiskum slag og serútgjørdar vørur innan framleiðsluøkið . Somuleiðis veita vit fegin góða vegleiðing innan ymiskar vørur, sum vit umboða.
Í MEST Runavík hava vit landsins størstu goymslu av rustfríum stáli.
Eisini hava vit lagt okkum eftir at hava allar vanligar lutir í samband við viðlikahald av transportbondum á goymslu, so sum el-motorar, bond- og nylonmodulir, luftstempul, gear o.a.
Støkk inn á gólvið á einum av sølubúðunum, hygg teg um – og fá eitt prát!












Skriva til okkum
Vit hava ein av landsins kvikastu responstíð umvegis teldupost fyrispurningum.
Send ein fyrispurning á: Sales@mest.fo ella trýst á leinki niðanfyri.
Trýst herRing til okkum
Allar sølubúðirnar hjá okkum hava sama telefonnummar. Hetta ger at vit altíð kunnu svara fyrispurningum skjótt.
Ring +298 791100 og vit svara beinan vegin.
RingVakttelefon
Uttanfyri vanligar upplatingartíðir kanst tú eisini bíleggja vørur frá okkum. Vit eru tøk alt samdøgri allar dagar í árinum.
Eftir vanliga arbeiðstíð kanst tú ringja +298 791100 og vit svara beinan vegin.
Ring